|
||||||||||
K.FO varð stovnað í 2007 fyri at nøkta tørvin á Silver Reed-bindimaskinum og tilhoyri. K.FO hevur umboðið upp á Ístex í Føroyum. Tað verður eisini arbeitt við sniðgeving til tógvið hjá Ístex.
Ístex framleiðir kenda íslendska Lopan. Hesin finst í alskyns litum og tjúgtum, og nógv mynstur eru í at velja.
Silver Reed-bindimaskinurnar verða framleiddar í Japan. Hegnisliga úr hondum greiddar og lættar at arbeiða við.
Ynskir tú at læra meira við tínari bindimaskinu, ber til at melda seg til eitt av skeiðunum, sum eru kring landið. Lýst verður í bløðunum, og til ber eisini at melda seg til tíðindabrævið á K.FO